- Tíðindi, mentan og ítróttur
Etiopiski forsætisráðharrin fær friðarvirðislønina
Abiy Ahmed tók við sum forsætisráðharri í Etiopia í 2018.
Hann fær friðarheiðurslønina, tí hann hevur megnað at fingið frið í lag millum Etiopia og Eritrea. Hann hevur leyslatið politiskar fangar, og hevur undirskrivað friðaravtalu við forsetan í Eritrea, Isaias Afwerki.
Hann hevur eisini arbeitt fyri at fáa kvinnur upp í politikk, og helvtin at stjórnini hjá honum eru kvinnur.
Sum siður er, verður Nobel-friðarheiðurslønin handað 10. desember á ráðhúsinm í Oslo. 219 persónar og 85 felagsskapir vóru í uppskoti til friðarheiðurslønina í ár, og tað er loyniligt í 50 ár hvørji eru í uppskoti.
Í fjør fingu Denis Mukwege úr Kongo og Nadia Murad úr Irak friðarheiðursløn Nobels, fyri stríðið ímoti kynsligum harðskapi sum vápn í kríggi og vápnaðum ósemjum.