- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump hóttir Turkaland
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trump_0.png?itok=_xgr4CQJ)
Í fráboðan frá Hvítu húsunum gjáranáttina stendur, at Turkaland um stutta tíð fer at gera innrás í Norðursýria, og at Donald Trump stuðlar teimum. Fráboðanin elvdi til øsing og atfinningar frá hansara egnu fólkum.
Pentagon sigur millum annað, at USA ikki stuðlar einum turkiskum hermálsligum tiltaki í Norðursýria, og leggur aftrat, at bara heilt fáir hermenn eru tiknir úr økinum.
Seinnapartin í gjár svaraði Trump atfinningunum aftur. Í Twitterboðum ger hann púra greitt, at hann ikki loyvir Turkalandi at gera sum tað vil í Sýria eftir at amerikanarar eru farnir úr økinum.
Hóttir við at knúsa búskapin
Samstundis, sum hann gevur Turkalandi og forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, greið boð, umrøður hann eisini seg sjálvan við stórum orðum.
Trump skrivar á Twitter:
– Sum eg sjálvur hava lagt dent á áður, bara fyri at endurtaka tað: - at um Turkaland ger nakað, sum eg við mínum stóra og makaleysa vísdómi, meti at vera farið út um mark, fari eg fullkomiliga at knúsa og oyða turkiska búskapin, skrivar hann millum annað.
Taka amerikonsku herdeildirnar úr Sýria
Í desember kunngjørdi Trump, at hann fer at taka amerikanskar deildir úr Sýria. Tá varð funnist at honum fyri at svíkja kurdisku deildirnar.
Eisini tá gjørdi hann púra greitt, at hann fór at leggja turkiska búskapin í skelja sor um turkar leypa á kurdisku deildirnar.
Kurdisku YPG-deildirnar bóru tyngstu byrðar í stríðnum móti IS saman við USA, men í Turkalandi verða deildirnar lagdar undir at vera yvirgangsbólkar, tí tær eru sameindar við PKK í Turkalandi.