- Tíðindi, mentan og ítróttur
Metnógv metangass í Arktis
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/arktis_eystyrsiberia.jpg?itok=3HvDSCmA)
Tað stendur í fráboðan frá Polytekniska Universitetinum í Tomsk, sum hevur verið rannsóknarferð har.
The Moscow Times skrivar, at vísindafólkini staðfestu, at upp í níggju ferðir meira metangass var har, sammett við miðal altjóða.
– Hetta er sterkasta gasskeldan, sum eg nakrantíð havi sæð, sigur Igor Semiletov, professari, sum er oddamaður á rannsóknarferðini.
Metan størri árin enn CO2
– Eingin hevur nakrantíð staðfest slík úrslit sum hesi, sigur Igor Semiletov við Moscow Times.
Nærum 80 granskarar úr Russlandi, Kina og Svøríki hava granskað metangassið, sum lekur upp úr eystursibiriska havinum, og útlátið er so ógvusligt, at tað sæst bløðra í sjónum við berum eygum, siga granskararnir.
Metangass er m.a. vanliga bundið á havbotninum í Arktis, men hitnar havbotnurin, so loysist gassið og fer út í atmosferuna. Metangass hevur størri vakstrarhúsárin enn CO2.