- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leggja uppí, steðgar ófriðurin ikki
Leggja uppí, steðgar ófriðurin ikki
Stjórnarleiðarin í Hongkong, Carrie Lam, ávarar nú um, at Kina fer at leggja uppí, heldur ófriðurin í Hongkong ikki uppat
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/190616_hong_kong_protest.jpg?itok=WDHGPInM)
Tað hevur verið ófriðarligt í Hongkong í fýra mánaðir. Kina fer at leggja uppí, heldur ófriðurin í Hongkong ikki uppat
08.10.2019 - 15:21
Carrie Lam segði á tíðindafundi í morgun, okkara tíð, at Kina kann leggja uppí við hermegi til tess at steðga harðskapinum.
Tað hevur verið ófriðarligt í Hongkong í fýra mánaðir, og fríggjadagin setti býarstýrið mótmælisfólkunum forboð fyri at hylja andlitið.
Akta ikki forboð
Men mótmælisfólkini akta ikki forboðið, og um vikuskiftið hava aftur verið harðir samanbrestir millum løgregluna og mótmælisfólk.
Carrie Lam hevur víst aftur, at ætlanin er at seta neyðrættarstøðu í verk, sum heimilar myndugleikunum at seta lógir í gildi móti mótmælisfólkunum.
Hongkong er fyrrverandi bretskt hjáland, men hevur síðani 1997 verið partur av Kina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV