- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: Kina skal eisini kanna Biden
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/joe_biden.jpg?itok=yXQkiG2R)
Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil nú eisini hava kinesiska forsetan, Xi Jinping, at kanna fyrrverandi amerikanska varaforsetan, Joe Biden, og son hansara, Hunter Biden.
Herfyri kom undan kavi, at Trump hevur heitt á ukrainska forsetan, Zelinskij, um at finna upplýsingar, sum kunnu dálka Joe Biden og son hansara. Nú heitir amerikanski forsetin eisini á Kina um at kanna feðgarnar.
Donald Trump vísir til ein fund, sum Hunter Biden eftir øllum at døma hevur havt við ein kinesiskan handilsmann í 2013 á eini vitjan í Kina, sum Joe Biden, táverandi varaforseti, fekk í lag.
Trump: Undirhondsavtalur gjørdar
Trump vil vera við, at á fundinum vórðu gjørdar undirhondsavtalur, sum góvu Hunter Biden ein nevndarsess í einum grunni. Tað hava bæði Joe og Hunter Biden víst aftur.
Joe Biden roynir í løtuni at gerast valevni hjá demokratunum til forsetavalið í USA næsta ár.
Tá Trump hitti tíðindafólk í gjár, varð hann spurdur, um hann hevur biðið kinesiska starvsbróður sín, XI Jinping, um at kanna Biden-húskið.
>> SÍ EISINI Ríkisrættarmál hóttir Donald Trump
Kinesiski forsetin svaraði, at tað hevur hann ikki gjørt enn, men tað er væl hugsandi, at hann fer at gera tað.
Ein varskógvari boðaði frá telefonsamrøðuni millum Trump og Zelinskij, og tað hevur fingið demokratarnar í kongressini at taka stig til at fara undir eitt ríkisrættarmál móti amerikanska forsetanum.
Adam Schiff, sum er formaður í fregnartænastunevndini í umboðsmannatinginum, sigur við tíðindastovuna AP, forsetin brýtur eiðin, sum hann gav, tá hann tók við sum forseti, við at biðja Kina um at kanna Joe Biden.