- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tollkríggj: Evropa svarar aftur
Tollkríggj: Evropa svarar aftur
ES fer at svara aftur, um USA ger álvara av ætlan síni um at hækka tollin á evropeiskum vørum seinni í hesum mánaðinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/usa_amerika.jpg?itok=rQzoBMZB)
ES umhugsar nú at hækka tollin á eitt nú fiski, hummara, leðurvørum og traktorum úr USA
03.10.2019 - 15:29
Tað sigur ES-nevndarformaðurin, Jean Claude Juncker. Í gjár góðkendi heimshandilsfelagsskapurin, WTO, at USA kann leggja eykatoll upp á 7,5 milliardir dollarar á vørur úr ES.
Orsøkin er, at evropeiska flogverksmiðjan, Airbus, hevur fingið bílig almenn lán, og tað er kappingaravlagandi fyri amerikansku flogverksmiðjuna, Boeing.
Tí hava amerikanskir myndugleikar ávarað um, at USA fer at hækka tollin á evropeisk flogfør 10 prosent og 25 prosent á landbúnaðarvørur, sum til dømis ost, skinku, vín og whiskey.
Á listanum yvir vørur úr USA, sum ES umhugsar at hækka tollin á, eru millum annað fiskur, hummari, leðurvørur og traktorar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV