Felags tunnilsfelag stovnað

Felags tunnilsfelag stovnað
Endamálið er felags innkrevjing fyri øll feløgini, so kundarnir eins og í dag venda sær til eitt felag fyri at fá avgeitt síni viðurskifti
 
28.06.2019 - 16:07

Tunnilsfeløgini P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin og P/F Eystur- og Sandoyartunlar í dag hava stovnað felags innkrevjingarfelag, P/F Tunnil.

Tað kostar tó framvegis ymiskt at koyra gjøgnum tunlarnar, - tvs. at gjaldið í Vágatunllinum og Norðoyratunlinum verður sum nú, og prísurin verður ymiskur millum Strendur og Rókina, millum Rókina og Hvítanes, og ml. Hvítans og Strendur, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður.

Við felags umsiting og innkrevningarskipan fyri øll feløgini verður felagið bíligari í rakstri, heldur enn at hvørt felag sær hevur sína egnu umsiting. Endamálið er eisini at hava greiðan skilnað á fíggjarviðurskiftinum millum feløgini. Avtalað er, at feløgini gjalda fyri raksturin av P/F Tunnil í mun til ferðsluna.

Arbeitt verður við at fáa føroyska innkrevjingarskipan, so at haldið, sum tú keypir, verður galdandi fyri allar tunlarnar, - í fyrstu atløgu Vága- og Norðoyatunnulin; næsta ár fyri Eysturoyartunnulin, og Sandoyartunnulin, tá hann letur upp.

Nýggja felagið P/F Tunnil fær heimstað í Runavík. Leigusáttmáli er í dag undirskrivaður millum nýggja felagið og Sp/f Høgabólshúsið um leigu av hølum til felagið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109