- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flyta á Biskupstorg í morgin
Flyta á Biskupstorg í morgin
Í morgin er klárt at flyta í leigubústaðirnar á Biskupstorgi í Klaksvík

30 leiguíbúðir eru á Biskupstorgi í Klaksvík
30.04.2019 - 12:50
300 fólk eru á bíðilistanum hjá Bústøðum í Norðoyggjum. 130 teirra vístu áhuga fyri útboðnum hjá Bústøðum nú.
Í tí útboðnum eru 30 íbúðir á Biskupstorgi og tríggjar í Hvannasundi. Íbúðirnar verða latnar teimum, sum hava staðið longst á bíðilistanum.
Men seks av íbúðunum á Biskupstorgi eru tó markaðar til Almannaverkið at lata eftir sínum egna bíðilista.
Næsta útluting hjá Bústøðum verður um ein mánað. Tá verða 38 íbúðir í Mattalág í Havn latnar teimum, sum skulu leiga tær.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV