- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu nú eisini søkja á Vanganum
Kunnu nú eisini søkja á Vanganum
Umsóknarfreistin er 15. mars

Ein gymnasial miðnámsútbúgving varar vanliga trý ár, og ein yrkisútbúgving varar vanliga fýra ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen))
18.02.2025 - 09:04
Nú ber eisini til at søkja inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgvingar á Vanganum.
Umsóknarfreistin er 15. mars.
Ein gymnasial miðnámsútbúgving varar vanliga trý ár og gevur førleikar til framhaldslestur í hægri lærustovni í Føroyum ella uttanlands.
Ein yrkisútbúgving varar vanliga fýra ár.
Meginparturin av læruni er í einum virki, og okkurt um ein fjórðingur av tíðini er skúlagongd.
Yrkisútbúgving gevur fólki rætt til at arbeiða sum faklærd.
Í ár er gjørd ein app, sum eitur Útbúgvingar.
Í henni er kunning um gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV