- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innflutningurin minkaði hálvaaðru milliard í fjør

Innflutningurin í fjør var 13 prosent minni, enn hann var í 2023.
Innflutt var fyri 10,3 milliardir krónur í fjør.
Tað er hálvonnur milliard minni enn í 2023, skrivar Hagstovan.
Bíligari brennievni og færri akfør
Serliga lækkingin í oljuprísinum sæst aftur í tølunum.
Brennievni vóru innflutt fyri 226,5 mió.kr. minni í fjør enn í 2023.
Eisini eru færri akfør innflutt. Har er minkingin 112 milliónir, 18 prosent.
Nógv minni var innflutt úr ES og USA í fjør enn í 2023.
Innflyta mest úr Danmark
Men innflutningurin úr Evropa annars, tað er úr londum, sum ikki eru í ES, er vaksin.
Vit innflyta mest úr Danmark.
Nú er Noreg á øðrum plássi, tí oljan kemur haðani, og ikki sum fyrr úr Niðurlondum.