- Tíðindi, mentan og ítróttur
Álitisfólkini stuðla nevndini í Heilsuhjálparafelagnum

Álitisfólkini hjá Heilsuhjálparafelagnum stuðla nevnd felagsins, sum fór av samráðingarfundi við Kommunala arbeiðsgevarafelagið í síðstu viku.
Tað varð staðfest í gjárkvøldið, tá ið álitisfólkini vóru á fundi við nevndina.
Felagið sigur, at samráðingaruppskotið hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum er sera víðfevnt í sínum krøvum.
Felagið sigur, at heilsuhjálparar sjálvir skulu gjalda fyri sína lønarhækking.
Og arbeiðsgevararnir gera seg á nógv grundleggjandi rættindi hjá felagnum og limum tess.
Heilsuhjálparafelagið sigur, at tey lægst løntu skulu missa nógv.
Við dygga stuðlinum frá álitisfólkunum kennir nevndin seg enn tryggari í síni støðu.
Kommunala arbeiðsgevarafelagið eigur næsta leik, sum má vísa, um nakað grundarlag er fyri at samráðast víðari, sigur Heilsuhjálparafelag Føroya.
Hoyr samrøðu við Mary Antonsdóttir í útvarpstíðindunum: