- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fútin um grindadráp: Løgreglan er klár at standa fyri trygdini
Fútin um grindadráp: Løgreglan er klár at standa fyri trygdini
Men løgreglan fer ikki at forða fólki at vera til staðar, bara tí tey eru ímóti grindadrápi, sigur Michael Boolsen

Michael Boolsen, fúti.
18.02.2025 - 11:12
- Fólk skulu vera heilt vís í, at løgreglan altíð er klár at standa fyri trygdini, tá grindadráp er.
Tað sigur Michael Boolsen, fúti, eftir at fyrrverandi sýslumaðurin, Jens Jensen, hevur funnist hvassliga at leiklutinum hjá løgregluni, tá grindadráp er.
Men løgreglan fer ikki at forða fólki at vera til staðar, bara tí tey eru ímóti grindadrápi og annars bera seg ordiliga at, sigur fútin.
Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Michael Boolsen, fúta, sum var gestur hjá Georg L. Petersen í sjónvarpsstovuni:
Jensen_Boolsen_NYTT
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV