- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingir regluligir tíðindafundir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sarah.png?itok=2pAvpJa9)
Talskvinnan hjá Trump, Sarah Sanders, hevur fingið boð um, at tað ikki longur er stríðið vert at halda regluligar tíðindafundir, har journalistar kunnu seta spurningar.
Á twitter skrivar Trump, at orsøkin til, at Sarah Sanders ikki longur fer á talarastólin er, at pressan er óhøvisk í móti henni, og endurgevur hana óneyvt.
Tað hevur verið alsamt longri millum tíðindafundinrar í Hvítu húsunum síðani Trump flutti inn fyri tveimum árum síðani, og forsetin liggur í orðadrátti við fleiri stór dagbløð og sjónvarpsrásir í USA.
Seinasti vanligi tíðindafundurin, har Sanders svaraði spurningum, varð 18. desember.
3. januar kom Trump púra óvæntað inn í fjølmiðlarúmið, men bara fyri at kunna um marknaeftirlitið, - ikki fyri at svara spurningum.
Trump leggur framvegis amerikanskar miðlar undir at koma við følskum tíðindum, og at viðgera hann og stuðlar hansara órættvíst.
Trump hevur m.a. lagt Washington Post á ís, - blaðið hevur fakta-kekkað alt, sum forsetin hevur sagt, síðani hann tók við sum forseti.
Niðurstøðan hjá blaðnum er, at Trump fyrstu tvey árini í Hvítu húsunum bar 8.158 skeivar ella villeiðandi upplýsingar.