Sendifólk til Keypmannahavn seint í 2019

Sendifólk til Keypmannahavn seint í 2019
Aksel V. Johannesen segði í gjár, at arbeitt verður við at tilnevna nýtt sendifólk til sendistovuna í Keypmannahavn seint í hesum árinum.
 
08.01.2019 - 09:46

- Miðað verður eftir, at nýtt sendifólk til sendistovuna í Keypmannahavn verður tilnevnt seinna hálvár í 2019. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í svari til Edmund Joensen, tingmann.

Tingmaðurin hevur aftur spurt, um sendimaður skal staðsetast í Keymannahavn. 

Hann spurdi eisini fyri hálvumøðrum ári síðani, tí skeiðið hjá sendimanninum var úti í 2016, og tá varð avgjørt ikki at seta nýtt sendifólk, tí sendistovurnar skuldu eftirmetast.

Alla hesa tíðina hevur sendimaðurin í Keypmannahavn búð í Føroyum og arbeitt fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið, og hevur so eftir tørvi ferðast til sendistovuna í Keypmannahavn.

Aksel V. Johannesen, løgmaður svarar, at sendimaðurin varð tikin heim í eina tíð fyri at styrkja um arbeiðið at raðfesta okkara marknaðarviðurskifti við Japan, Suðurkorea og Kina. Og harumframt hevur hann so í samstarvi við starvsfólkini á sendistovuni í Keypmannahavn havt ábyrgdina av at reka sendistovuna har.

Løgmaður sigur, at hetta hevur hóskað væl, tí japanskir, kinesiskir og koreanskir myndugleikar brúka sendistovur sínar í Keypmannahavn sum bindilið við føroysku myndugleikarnar.

Men miðað verður altso eftir, at nýtt sendifólk verður tilnevnt seinna hálvár 2019, sigur løgmaður í svarinum til Edmund Joensen, tingmann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371