Japan fer úr IWC

Japan fer úr IWC
Japanarar ætla at skjóta hval við handisligum endamáli næsta ár
 
26.12.2018 - 17:48

Japan tekur seg burtur úr altjóða hvalaveiðinevndini, IWC. 

Avgerðin er tikin nú, so Japan kann fara undir handilsliga hvalaveiði næsta ár, upplýsir ein talsmaður fyri japansku stjórnina.

Ætlanin er at skjóta hval aftur í summar, sigur talsmaðurin.

Hann leggur dent á, at Japan fer burturav at veiða hval í japanskum sjógvi og ikki í Arktis ella á sunnaru hálvu.

IWC sýtti í heyst eini umbøn frá Japan um at sleppa at veiða hval við handilsligum endamáli.

Japan hevur saman við øðrum limum í IWC skrivað undir eina avtalu, at hvalur kann veiðast til vísindalig endamál.

Japan hevur fleiri ferðir lagt dent á, at landið veiðir ikki hvalasløg, sum eru hótt, og víst verður eisini á, at tað er gomul japansk mentan at eta hvalatvøst.

Japan hevur fleiri ferðir fyrr hótt við at taka seg burtur úr altjóða hvalaveiðinevndini, og tí kemur avgerðin ikki óvæntað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109