- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær milliónir afturat til lágløntar familjur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/6b1e7f46927b8f51b8ece6677615656e.png?itok=YFB67cBY)
Familjur, sum hava minstu inntøkurnar, fáa tvær milliónir krónur afturat næsta ár enn upprunaliga ætlað.
Vøkturin er rættliga stórur í prosentum.
Upprunaliga játtanin er fimm milliónir og 450.000 krónur.
Men Fíggjarmálaráðið hevur biðið Fíggjarnevndina leggja tvær milliónir omaná.
Lógarbroyting
Fíggjarmálaráðið sigur, at í sambandi við lógarbroyting, sum er á veg í løgtingið, er ætlanin at betra korini hjá familjum við lægstu inntøkunum.
Neyðugt verður tí at hækka játtanina tvær milliónir krónur.
Meirilutin í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, Pauli Trond Petersen, Kristin Michelsen og Helena Dam á Neystabø, mælir tinginum til at samtykkja hetta.
Í ár hava 391 familjur fingið familjuískoyti. Hetta eru fleiri enn í fjør, tá talið var 365, og tað var 319 í 2016.
Í ár hava 72 fólk, sum eru í útbúgving, hava fingið famljuískoyti í ár.