Gomul kæra viðgjørd í dag

Gomul kæra viðgjørd í dag
Er tað í lagi at rinda fólki løn, meðan tey eru í verkfalli? Landsstýrsmálanevndin viðger spurningin í dag
Kristina Háfoss, landsstýrskvinna, er kærd til Landsstýrismálanevndina fyri lógarbrot.
 
26.11.2018 - 08:01

Í dag fer Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum aftur at viðgera eina kæru, sum skjótt er níggju mánaðir gomul.

Bill Justinussen, løgtingsmaður, kærdi fyrst í mars í ár Kristinu Háfoss fyri at brúka almennar pengar í heimildarloysi.

Bill Justinussen sigur, at Kristina Háfoss uttan heimild og móti galdandi reglum hevur goldið limum í Pedagogfelagnum løn, meðan arbeiðssteðgur var. 

Løgtingsmaðurin sigur, at landsstýriskvinnan hevur brotið stýriskipanarlógina, tí hon hevur brúkt pengar hjá landinum uttan heimild í fíggjarlógini ella í aðrari játtanarlóg.

Rykti eftir svari

Bill Justinussen rykti Landsstýrismálanevndina eftir svari 13.september, men endaligt svar haðani hevur hann ikki fingið enn. 

Grannskoðararnir hjá landinum halda ikki, at Fíggjarmálaráðið breyt nakra lóg, tá tað rindaði námsfrøðingum løn, meðan arbeiðssteðgur var.

Men Fíggjarmálaráðið átti at skjalfest tey viðurskifti, sum hava týdning fyri, hví ráðið valdi loysnina at mótrokna seinni heldur enn at steðga lønini.

Tað siga løgtingsgrannskoðarnir í svari til Landsstýrismálanevndina, sum í dag fer at viðgera svarið.

Í lagi siga grannskoðarar

Løgtingsgrannskoðararnir vísa til Landsgrannskoðanina, sum heldur, at grundgevingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum fyri at geva frádrátt í lønini seinni samsvara við játtanarreglurnar og tað, sum bar til at gera tá. 

Landsgrannskoðanin hevur tó ikki sæð nakra skjalfesta meting um, hvussu Fíggjamálaráðið hevur tikið avgerðina um afturhald ella frádrátt í lønina í sambandi við arbeiðssteðgin.  

Ymiskt er, hvussu Fíggjarmálaráðið hevur gjørt seinastu árini. 

Í nógvum førum er frádráttur gjørdur í lønini, tá arbeiðssteðgur er, men Fíggjarmálaráðið kennir seg ikki bundið av nakrari siðvenju.

Ráðið hevur tikið avgerð í hvørjum einstøkum føri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990