Kappingareftirlitið kannar keyp og samanlegging

Kappingareftirlitið kannar keyp og samanlegging
Kappingareftirlitið kannar, um kappingarlógin er hildin.
Kappingareftirlitið kannar tvær fráboðanir frá vinnuni.
 
12.11.2018 - 07:17

Feløg í fiskivinnununi fara skjótt at eiga tvey feløg í Føroyum, sum gera vindeygu og hurðar.

Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um, at Sp/f Framherji, P/f Varðin og P/f Kimbil ætla at keypa allan partapeningin í P/f H-Dygd. 

Framherji og Varðin eiga frammanundan P/f Aluplast, sum ger fasadur, vindeygu og hurðar úr aluminium til vinnulívið.

Kappingareftirlitið skal taka støðu til, um hetta er brot á kappingarlógina.

Eftirlitið skal eisini taka støðu til, um lógin verður brotin,  tí P/f Tjaldur og partafelagið Sýn í Íslandi ætla at leggja virksemið hjá P/f Hey og P/f Nema saman. 

Hey er dótturfelag hjá Sýn, og Nema er dótturfelag hjá Tjaldri. 

Møguligar viðmerkingar um hesar báðar broytingarnar skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi á middegi 19. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151