Manningarfeløgini bíða enn eftir Gerðarrættinum

Manningarfeløgini bíða enn eftir Gerðarrættinum
Hóast allar uppboðssølur í ár eru avgreiddar, er spurningurin um lutin hjá manningunum ikki avgreiddur enn.
Mynd: Reiðarafelagið  
 
09.10.2018 - 13:32

Hálvan juni løgdu tey trý manningarfeløgini, Skipara- og navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Fiskimannnafelagið, málið um kvotukeyp sum loyvdan felagsfrádrátt av óbýttum í Fasta gerðarrættin.

Og har liggur málið enn. Fasti gerðarrætturin hevur ikki havt úrskurðarfund enn.

Fyrst skulu allir partar hoyrast, og skjøl fáast til vegar.

Fasti gerðarrættur skal gera av, um reiðarar kunnu draga kvotukeyp frá, áðrenn manningin verður avroknað.

Hetta er ikki rætt, siga manningarfeløgini, sum tó ikki kunnu broyta sáttmálarnar við Reiðarafelagið fyrr enn 1. apríl næsta ár. 

Reiðarafelagið vísir á ein gerðarrættarúrskurð frá 2013, har tað verður staðfest, at reiðarar hava rætt til at draga frá útreiðslur frá uppboðssøluni í 2011, áðrenn manningin varð avroknað.

Einki stendur í lógini um sjófeingi um hetta, tí ætlanin hjá Fiskimálaráðnum var ikki, at manningin skal missa, tí reiðarar keypa fiskirættindi. 

Manningarnar hava onga ávirkan á rættindakeypini hjá reiðarunum og skulu tí heldur ikki gjalda fyri tey, sigur samgongan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114