193,4 milliónir í búskapargrunnin

193,4 milliónir í búskapargrunnin
Heldur ætlanin hjá landsstýrinum verða 193,4 milliónir settar í Búskapargrunnin næsta ár
 
28.09.2018 - 18:41

193,4 milliónir fara í Búskapargrunnin í 2019 sambært fíggjarlógaruppskotinum sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum legði fram fyrrapartin.

Sambært lóg um Búskapargrunnin fara 20 prosent av avlopinum á fíggjarlógini upp til 200 milliónir kr., og 50 prosent av avlopi, sum er oman fyri 200 milliónir krónur, í Búskapargrunnin.

Umframt avlop á fíggjarlógini, sigur lógin um Búskapargrunnin, at inntøkur frá kolvetnisvinnu og frá einskiljing av ognum hjá landinum skulu setast í Búskapargrunnin. 

Haraftrat skulu inntøkur frá tilfeingisvinnunum í Búskapargrunnin. 

Landskassin hevur sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 eitt yvirskot uppá 403 milliónir krónur, tað vil siga at 140 milliónir av hesum fara í Búskpargrunnin.

Hinar 53 koma frá ali- og uppsjóvarvinnuni og fara í ein útjavningargrunn, sum skal brúkast til útjavning av búskapingum. 

Hetta er fyrstu ferð at peningur frá tilfeingisvinnuni kemur í Búskapargrunnin, tí lógin um útjavningargrunnin varð ikki samtykt fyrr enn í apríl í 2017.

Í løtuni standa 337 milliónir krónur í Búskapargrunninum. 

Fyrstu fer peningur varð fluttur í Búskapargrunnin var í sambandi við søluna av LÍV í 2016, tá vóru 23 milliónir settar í Búskapargrunnin. 

Haraftrat vóru 93 milliónir krónur í vinningsbýti frá Bank Nordik fluttar í Búskapargrunnin.

Restin, 222 milliónir er av yvirskotinum av fíggjarlógini.

Heldur ætlanin hjá landstýrinum fyri 2019 um at flyta 193,4 milliónir krónir í Búskapargrunnin næsta ár, standa í alt 540 milliónir í Búskapargrunninum næsta ár - 474 milliónir sum støðisfæð og 53 milliónir í útjavningargrunninum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155