Einki krav um samstarv

Einki krav um samstarv
Bygdarráðið í Sørvágs kommunu tekur undir við, at eldraøkið verður lagt til einstøku kommununar uttan nøkur krøv um samstarv.
 
18.09.2018 - 19:30

Tað skal tó bera til at samstarva um alt økið ella partar av tí, stendur í gerðarbókini frá býráðsfundinum. 

Sørvágs kommuna hevur á bygdaráðsfundi viðgjørt fyrispurningin frá kommunufelagnum viðvíkjandi kommunalum samstarvi á eldraøkinum. 

Bygdarráðið samtykti á býráðsfundi 12. september, at kommunurnar í Vágum hava í nærum 50 ár samstarvað um eldraøkið, og hetta samstarv hevur riggað væl. 

Bygdaráðið mælir tó til, at lógarkravið um at kommunurnar skipa seg í kommunal samstørv verður broytt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109