- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindaboð í Bø
Grindaboð í Bø
Fyri gott og væl tveimum síðani varð boðað frá grind vestanfyri. Ein bátur úr Sørvági fann grindina.
05.09.2018 - 14:35
Tíðliga seinnapartin í dag varð boðað frá grind vestanfyri, tað skrivar JN.fo. Grindin var tætt norður úr Barðinum, og tað var ein bátur úr Sørvági, sum fann grindina.
Ætlanin er at reka grindina á Bø, tað sigur Jákup Vestergaard, sýslumaður, við JN.fo
Tað eru ikki bestu líkindi at fáa grindina á Bø, tí grindin millum annað gongur í fleiri bólkum, og tí tað er vestfall.
Tveir bátar eru hjá grindini, og sambært JN.fo gongur grindin spakuliga inneftir.
- Fleiri bátar eru á veg til grindina. Roynt verður at reka grindina til Bíggjar, men rákið er ikki við, upplýsir sýslumaðurin fyri in.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV