Broyting í nevndini

Broyting í nevndini
Benjamin Hansen er nývaldur í nevndini í Maskinmeistarafelagnum, og Regin M. Olsen varð afturvaldur
Maskinmeistarar á aðalfundi
Mynd: Maskinmeistarafelagið (savnsmynd)  
 
16.03.2025 - 10:21

Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund í gjár, og tá ið nevndarvalið var á skránni, varð Regin M. Olsen afturvaldur við 45 atkvøðum og Benjamin Hansen nývaldur við 40.

Tað merkti, at Mortan S. Thomsen, sum fekk 26 atkvøður, fall á valinum, men hann heldur tó fram sum tiltakslimur saman við Ólavi J. Østerø, sum fekk 24 atkvøður.
 
Felagið fegnast annars um góðu uppmøtingina á aðalfundinum, sum var ein hin besta nakrantíð.

Einir 70 limir høvdu teknað seg til veitsluna, og teir flestu møttu eisini til aðalfundin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119