Eitt skinn í part

Eitt skinn í part
Eitt skinn í part var til teirra, ið tóku lut í grindini í Hvannasundi í gjár.
Mynd: Norðlýsið  
 
17.08.2018 - 07:36

Tað skrivar Norðlýsið, ið hevur havt orðið á Karl Johansen, sýslumann í Norðoyggjum.

Seðlarnir komu út í gjárkvøldið.

Grindin var býtt í drápspartar og heimapartar fóru til Nes kommunu. Sýslumaðurin og grindaformenn komu til ta niðurstøðu í gjár, at Norðoyggjar høvdu nóg mikið av grind, og tí lótu teir heimapartar til Nes kommunu.

Nes kommuna skrivar á heimasíðu síni í gjárkvøldi, at umleið 40 hval fóru til heimapartar í kommununi. Hvalirnir vórðu skornir upp í gjár og verða latnir í dag.

Lýst verður í útvarpinum á middegi í dag, nær partarnir kunnu heintast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119