- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúka hóttir bananir

Tað eru ymisk sløg av bananum, men tað slagið, sum vit eta mest, eitur Cavendish, og umleið 99 prosent av øllum bananum, sum verða keyptar í eitt nú Danmark eru av tí slagnum, skrivar DR.dk.
Trupulleikin er, at Cavendish-bananir eru í stórum vanda at fáa Panama-sjúkuna, og enn er eingin heiluvágur móti Panama-sjúkuni.
Tó hava bretar nýliga funnið evnið, sum kann basa sjúkuni. Men evnið fæst bert á Madagaskar, og so er tað eisini torført at skaffa.
Hótt bananina fyrr
Tað er ikki fyrstu ferð, at Panama-sjúkan hevur avoytt eitt bananslag. Fram til 1950'ini vóru tvey sløg av bananum, sum flestu lond í heiminum innfluttu, men í 50'unum fingu hesi banansløgini Panama-sjúkuna, og meginparturin av øllum bananum í heiminum vóru avoyddar.
Tó meta serfrøðingar, at støðan nú ikki er so hættislig, tí nógvir pengar eru í banansølu, sostatt verður nógvur peningur brúktur at basa trupulleikanum.
Millum annað verður nógv orka løgd í at finna evnið móti sjúkuni. Harafturat verður orka eisini løgd í at finna nýggj banansløg, sum kunnu koma í staðin fyri Cavendish-bananurnar.