Fleiri enn 40 skógareldar herja í Svøríki

Fleiri enn 40 skógareldar herja í Svøríki
70 % av Svøríki er skógur, og í løtuni herja meira enn 40 skógareldar. Ringast rakt eru stóru skógarøkini norðanfyri Stokkholm. 
 
19.07.2018 - 08:48

100 íbúgvar í Jæmtland-landspartinum í miðsvøríki fingu seint í gjárkvøldið boð um at fara frá húsum. Skógareldar herja í økinum, og myndugleikarnir hava ikki tamarhald á eldunum. 

70 prosent av Svøríki er skógur, og í løtuni herja meira enn 40 skógareldar. Ringast rakt eru stóru skógarøkini norðanfyri Stokkholm. 

Svenski innanríkisráðharrin, Morgan Johansson, segði í gjár, at hann vónar, at ES setur saman eina sløkkiliðstilbúgvingin, sum limalond kunnu heita á um hjálp. 

Morgan Johansson hevur tosað við ES-kommisserin fyri menningar- og kreppustýring, Christos Stylianides. 

Og hann er skelkaður um støðuna.

- Vit meta um støðuna, og vit hava ongantíð sæð slíkt í Svøríki. Eg havi kunnað svenska ráðharran um, at Frakland hevur boðið sær at senda tvey sløkkiflogfør til Svøríkis, segði Christos Stylianides.

Flogførini fara úr Fraklandi í morgun.

22 sløkkiliðsfólk úr Danmark eru eisini við í arbeiðnum at sløkkja nógvu skógareldarnar, og fleiri fólk og útgerð eru á veg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981