Familjufyrisitingin letur upp í næstum

Familjufyrisitingin letur upp í næstum
Mánadagin 6. august letur Familjufyrisitingin upp skrivstovu sína á Bryggjubakka 27 í Havn.
 
18.07.2018 - 12:36

Føroyingar yvirtaka persónsrætt, húsfólkarætt og arvarætt ólavsøkudag, so sum samveru, barnapengar, hjúnaskilnað og separatión, verjumál og ættleiðing. Ríkisumboðið umsitur málsøkið sum er, men bara til ólavsøku.

Í næstu viku verður flutt inn í tvær hæddir undir Bryggjubakka, har Familjufyrisitingin verður.

Í Familjufyrisitingini verða átta fólk. Fakligur stjóri er Monica Hjelm Rasmussen.

Hon hevur arbeitt við familjurætti í Ríkisumboðnum í átta ár, og eitt ár var hon í Heilsu- og innlendismálaráðnum, áðrenn hon gjørdist fakligur stjóri í Familjufyrisitingini.

Hini sjey starvsfólkini í Familjufyrisitingini flyta úr Ríkisumboðnum, har tey hava arbeitt við familjurættinum.

Hjá teimum verður ikki tann stóra broytingin onnur enn tann, at nú skal alt skrivast á føroyskum í staðin fyri á donskum. 

Løgtingið samtykti yvirtøkuna við 14 atkvøðum fyri og 13 ímóti í mai í fjør. 

Familjufyrisitingin er undir Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Yvirtøkan ger, at fólk, sum til dømis ætla sær at skiljast, søkja um barnapengar ella ættleiða barn, skulu um eina góða viku venda sær til Familjufyrisitingina í staðin fyri til Ríkisumboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981