Norski staturin selt aliloyvi fyri 2,6 milliardir

Norski staturin selt aliloyvi fyri 2,6 milliardir
Heimasíðan salmonbusiness skrivar, at norska handils-, ídnaðar- og vinnumálaráðið hevur selt nýggj aliloyvi til 14 alifeløg, sum vunnu á uppboðssølu
 
14.07.2018 - 12:02

- Eg fegnist um, at nógvir alarar luttóku í uppboðssøluni. Tað prógvar, at framleiðararnir eru framsóknir, og tað er óført, tí vøkstur í alivinnuni kann geva íkast til størri virksemi og meira arbeiði við norsku strendurnar, sigur Per Sandberg, ráðharri við salmonbusiness.

Norska stjórnin boðaði frá, at hon fór undir hesar uppboðssølurnar av aliloyvum, tá sokallaða ferðsluljósskipanin varð tikin í nýtslu í alivinnuni.

Endamálið við skipanini er at tryggja sunnan vøkstur í alivinnuni, har til ber at siga frammanundan, hvussu gongdin verður í vinnuni.

Tríggjar uppboðssølur vórðu. 14 alifeløg vunnu nýggju loyvini, sum altso tilsamans fóru fyri góðar 2,6 milliardir danskar krónur. 

- Hetta hevur avbera stóran týdning fyri lokaløkini í Noregi, tí nú fara tey at fáa endurgjald fyri alt, sum gjørt er, fyri at alivinnan kann virka, sigur Per Sandberg, ráðharri.

Í vetur kundu alifeløg í Noregi keypa aliloyvi fyri ein fastan prís, og saman við upphæddini, sum nú er fingin við uppboðssølunum av nýggjum loyvum, eru nú meira enn 2,8 milliardir danskar krónur í norska aligrunninum, sum skulu býtast til kommunurnar, har aling er. 

Nøkur fá aliloyvi vórðu ikki keypt á uppboðssøluni.

Norska Vinnumálaráðið fer í heyst at gera av, hvussu virksemi skal fáast í tey, skrivar Salmonbusiness.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342