- Tíðindi, mentan og ítróttur
Steðga haturstalu
Steðga haturstalu
Undir heitinum "Steðga haturstalu" fer eitt nýtt upplýsingar átak ígongd hesa vikuna. Tað skrivar Fólkaheilsuráðið á heimasíðuni.

12.07.2018 - 13:53
Tað eru Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið, sum í felag skipa fyri átakinum.
Samstarvið byrjaði fyri tveimum árum síðani við átakinum “Sex krevur samtykki”. Í fjør var átaki "mynd krevur samtykki", og í ár eitur átakið "Steðga haturstalu".
Endamálið við átakinum er at varpa ljós á evnið og samstundis eggja fólki til at vera gerandishetjur og steðga haturstalu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV