Hátíðarhald í Marghøllini í Vági

Hátíðarhald í Marghøllini í Vági
Seinnapartin í dag verður verður alment hátíðarhald í Marghøllini í Vági í sambandi við, at høllin verður alment tikin í nýtslu
 
15.06.2018 - 10:22

Dagurin verður skipaður við røðum, tónleikaframførslum og ítróttar-innsløgum.

Kl. 16 bjóðar leiðarin fyri høllina, Jens Petur Brattalíð, vælkomin. Síðani flyta Anna B. Samuelsen, forkvinna í Vágs Ítróttarráð, og Dennis Holm, borgarstjóri, fram røður. Og eftir hetta fer ein gamal VB’ari alment at taka Marghøllina í Vági í nýtslu. 

Á skránni er eisini fótbóltsdystur millum FM-vinnararnar hjá VB frá 2000 og leikarum úr TB, Sumba og Royn frá sama ári. 

Frælsur Ítróttur Føroya luttekur eisini og vísir, hvussu eitt nú startur og rimarenning gongur fyri seg.

Tónleikinum standa Kirkjukórið Ljómur, Orðið á borðið, Robert McBirnie og Hjalmar & Dagfinn fyri. 

Almenna hátíðarhaldið verður frá í dag kl. 16 til kl. 19 í Marghøllini í Vági. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948