Boðini innkomin til Bláa Skýlið í Klaksvík

Boðini innkomin til Bláa Skýlið í Klaksvík
Tilboðini í sambandi við verkætlanina at gera Bláa skýlið við fótbóltsvøllin á Djúpumýru í Klaksvík, vórðu latin upp í Býráðshúsinum í dag.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
15.05.2018 - 15:27

Bláa skýlið er liður í heildarætlanini fyri stadionøkið, sum við hesum og øðrum komandi verkætlanum fer at lúka altjóða krøv, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.

Arbeiðið er bólkað í trý: høvuðsarbeiðstøka, EL og hiti,vatn og sanitet, og trý tilboð komu inn i hvørjum bólki.

Norðhús vann útbjóðingina um høvuðsarbeiðstøku. Norðhús kann gera arbeiðið fyri 13 milliónir 994.000 krónur. 

El-arbeiðið vann El-in, sum kann gera arbeiðið fyri 565.079,13 krónur.

Og Blikksmiðjan skal gera hita, vatn og sanitet-arbeiðið fyri 1.008.528,90 krónur.

Samlagt fer arbeiðið at gera Bláa skýlið at kosta góðar 15,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050