Brunatrygd í leigulógina

Brunatrygd í leigulógina
Nýggja leigulógin, sum løgtingið hevur samtykt, skal forða fyri, at fólk leiga bústaðir, sum ikki eru tryggir móti eldi.
 
30.04.2018 - 09:20

Nýggja leigulógin, sum løgtingið hevur samtykt, skal forða fyri, at fólk leiga bústaðir, sum ikki eru tryggir móti eldi. Krøv til bústaðir eru kommunalt ábyrgdarøki. 

Við nýggju lógini fáa kommunurnar heimild at skráseta leigubústaðir, sum lúka lógarásett krøv til bústað. Talan er í høvuðsheitum um reglur um brunatrygd og brunaverju. 

Eftirspurningurin eftir bústøðum er ovurhonds stórur, men lítlar og ongar treytir eru settar til leigubústaðir. Hetta ger, at nógvir leigubústaðir eru sera vánaligir og í summum førum hættisligir. 

Leigunevndin er í sínum virki komin fram á leigubústaðir, sum ikki lúka krøvini um brunatrygd og rýmingarleiðir. 

Nú fær Leigunevndin heimild at taka mál upp av sínum eintingum, tá nevndin í sambandi við kærumál um onnur viðurskifti kemur eftir, at leigubústaðurin ikki lýkur lógarásett krøv um bústað.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðamálum, vónar, at kommunurnar taka heimildina at gera skrá við góðkendum leigubústøðum til sín. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109