Tónleikarar fingu 3 milliónir krónur frá KODA

Tónleikarar fingu 3 milliónir krónur frá KODA
471 føroyskir tónasmiðir, sum búgva í Føroyum, fingu tilsamans slakar 3 milliónir krónur frá KODA í fjør. Tað eru 828 rættindahavarar í Førouyum.
Mynd: KODA.dk  
 
17.04.2018 - 11:11

471 føroyskir tónasmiðir, sum búgva í Føroyum, fingu tilsamans slakar 3 milliónir kr frá KODA í fjør. Tað eru 828 rættindahavarar í Førouyum. Tað sæst í uppgerðini, sum KODA hevur gjørt fyri 2017.

Umsetningurin í Føroyum var slakar 4,8 milliónir krónur. 1,9 milliónir krónur eru frá útvarpi og sjónvarpi, slakar 1,3 milliónir stava frá útbreiðslu av sjónvarpi, slakar 800.000 krónur komu frá konsertum og 840.000 krónur vóru frá bakgrundstónleiki.

Umleið 600.000 krónur fóru til umsiting, 10 % skulu í KODA-Føroyar Grunnin og 4 % fóru til frumframførslur.

KODA-Føroyar Grunnurin hevði 370.000 krónur at býta út til ymiskt virksemi, tað vóru pengar frá KODA í 2016. Fyri 2017 var tann upphæddin góðar 30.000 krónur hægri, og teir pengarnir verða býttir út í ár.

Úr KODA-Føroyar Grunninum fingu 16 rættindahavarar 50.000 krónur í stuðli til konsertir, og 34 konsertir fingu 258.000 krónur í stuðuli.

Tað er nevndin í felagnum Føroysk Tónaskøld, sum býtir pengarnar úr KODA-Føroyar Grunninum.

Tilsamans fingu 65 tiltøk stuðul úr KODA-Føroyar Grunninum í fjør - alt frá festivalum, konsertum og til tónasmíð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109