Javnaðarflokkurin: Lógin um sjófeingi er góð

Javnaðarflokkurin: Lógin um sjófeingi er góð
Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum sigur í yvirlýsing, at lógin um sjófeingi er ein góð skipan, lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga.
 
08.04.2018 - 10:02

- Við menningarkvotum og uppboðssølu hava vit fingið eina meira javnbjóðis atgongd til fiskivinnuna. Somuleiðis hava vit tryggjað, at livandi fiskiríkidømið framvegis verður ogn Føroya fólks, og kann ikki gerast ogn hjá privatum, sigur Javnaðarflokkurin í yvirlýsing frá landsfundinum í Klaksvík í gjár.

Flokkurin sigur, at eingin samgonga undan hesari hevur framt so stór og týðandi mál, og gongdin er vend frá risastórum halli til avlop.

Fólkafráflytingin er vend til tilflyting, men aldurs- og kynsbýtið er framvegis skeiklað, og landsfundurin tekur undir við ætlanini hjá flokkinum um at raðfesta yngra ættarliðið.

Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum tekur eisini undir við pensjónsnýskipanini. Sagt verður, at hon fer at geva verandi og komandi pensjónistum meira at liva fyri hvønn mánað.

Sí alla yvirlýsingina HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109