Landsgrannskoðan skal umsita varskógvaraskipan

Landsgrannskoðan skal umsita varskógvaraskipan
Uppskotið er til hoyringar, og ætlanin er, at lógin skal koma í gildi í summar
 
30.03.2018 - 18:00

Landsgrannskoðanin skal umsita almennu varskógvaraskipanina, sum eftir ætlan kemur í gildi í summar.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur í viðmerkingunum til uppskotið, sum í løtuni er til hoyringar, at hóast Fíggjarmálaráðið yvirskipað varðar av skipanini, eru tað bara Landsgrannskoðanin og starvfólk har, sum hava atgongd til upplýsingar, sum verða fráboðaðar um varskógvaraskipanina.

Mál, sum aðrastaðni verða fráboðað, snúgva seg yvirhøvur um fíggjarlig viðurskifti, og serliga tí verður mett, at Landsgrannskoðanin eigur at umsita skipanina.

Landsgrannskoðanin er eisini uttan fyri landsfyrisitingina, og tað verður mett sum eina eyka trygd hjá starvsfólkunum.

Í øðrum londum umsitur ríkisgrannskoðanin varskógvaraskipanir.

Aðalstjórin kunnast

Landsgrannskoðanin skal í fyrstu atløgu meta um fráboðanina og gera av, um talan er um viðurskifti, sum eru fevnd av varskógvaraskipanini.

Kemur Landsgrannskoðanin til ta niðurstøðu, at talan er um viðurskifti, sum eiga at verða kannað, verður aðalstjórin, sum varðar av økinum, kunnaður um málið.

Aðalastjórin skal síðani seta eina kanning í verk.

Tá málið er kannað, letur aðalstjórin Landsgrannskoðanini frágreiðing um málið. 

Landsgrannskoðanin skal eisini kunna løgmansstjóran og aðalstjóran í Fíggjarmálaráðnum og koma við tilmælum um, hvussu viðurskiftini verða fingin í rættlag.

Peningastovnar hava varskógvaraskipan

Hetta uppskotið um varskógvaraskipan er ikki fyrsta slíka skipan í Føroyum. Føroysku peningastovnunum er álagt at hava eina varskógvaraskipan, har starvsfólk dulnevnt ella navngivið kann boða frá óreglusemi.

Tað er lógarkrav, at bankarnir hava eina innanhýsis varskógvaraskipan, og at starvsfólk kunnu venda sær gjøgnum varskógvaraskipana til Fíggjareftirlitið.

Fleiri av grannalondum okkara hava eisini varskógvaraskipanir fyri starvsfólk í almennum starvi.

Í Bretlandi, Grønlandi og Noregi er serstøk varskógvaraskipan fyri starvsfólk í almennum starvi.

Í Danmark eru tað kommunurnar, sum hvør í sínum lagi hava skipað egnar varskógvaraskipanir.

Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið um varskógvaraskipan er 24. apríl, og ætlanin er, at lógin skal koma í gildi 1. juni, tá allar mannagongdir og skipanir eru lidnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109