Varðhaldsfongsling longd

Varðhaldsfongsling longd
Varðhaldsfongslingin í málinum um harðskapin í Havn fríggjanáttina 29. desember í fjør er longd enn eina ferð
 
26.03.2018 - 13:44

Hon er nú til 20. apríl. Varðhaldsfongslingin varð longd í Føroya rætti fríggjadagin.

Tveir menn vórðu tiknir síðst í desember og varðhaldsfongslaðir, skuldsettir fyri grovan harðskap. 

Menninir, sum eru 35 og 45 ára gamlir, nokta seg sekar í skuldsetingini.

Teir eru skuldsetir fyri í einum sethúsum í Havn at hava sparkað, sligið og trampað ein 46 ára gamlan mann í andlitið.

Politiið hevur roynt at avhoyrt álopna mannin, men uttan at fáa nakað burtur úr tí.

Kanningarnar hjá politinum eru lidnar, men bíðað verður eftir læknametingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109