Meslingaútbrot í Keypmannahavn

Meslingaútbrot í Keypmannahavn
Trý fólk hava innan fyri stutta tíð víst meslingaeyðkenni í Danmark. Statens Serum Institut sigur í tíðindaskrivi, at talan er um eitt útbrot
 
25.03.2018 - 15:35

Trý fólk hava innan fyri stutta tíð havt meslingaeyðkenni í Keypmannahavn. Statens Serum Institut sigur í tíðindaskrivi, at hendingarnar verða mettar at vera partur av einum útbroti.

Fyrsti tilburðurin av meslingum varð staðfestur á einum seks mánaðar gomlum smábarni í Keypmannahavn. 

Statens Serum Institut kannaði hendingina og fann fram til tvey onnur fólk, ið eisini høvdu sjúkueyðkenni. 

Her var talan um ein eldri mann, sum hevði fingið MFR-koppsetingina, og enn eitt smábarn sum vegna ungum aldri ikki varð blivið koppsett. Báðir sjúklingar eru tó frískir aftur. 

Barnið, sum er fimm mánaðar gamalt, hevði sitið í einum bíðirúmi á einum sjúkrahúsi við øðrum sjúklignum - harímillum øðrum børnum, stendur at lesa í tíðindaskrivinum. 

Enn er óvist, hvussu sjúklingarnir vórðu smittaðir. 

Øll trý høvdu meslingasjúkuna um sama mundið, og tað er tí væntandi, at tey vórðu smittað samstundis. 

Fyri nøkrum fáum døgum síðani bað Ráðið fyri sjúklingatrygd foreldur um at halda eyga við børnum sínum, tí meslingasjúkan er ein sera smittandi sjúka. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948