Danskir løgreglumenn dømdir fyri mutur

Danskir løgreglumenn dømdir fyri mutur
Tvey løgreglufólk í Norðursjællandi eru í dag í Eystara landsrætti dømd sek í av órøttum at hava tikið í móti gávum frá einum vinnulívsmanni
 
22.03.2018 - 16:09

Revsingin er 20 daga treytað fongsulsrevsing fyri at hava brotið revsilógina um passivt mutur.

Býarrætturin í Helsingør hevði frammundan frídømt menninar, sum eru 57 og 64 ára gamlir. 

Málið snýr seg um, at báðir løgreglumenninir høvdu ferðast til Zanzibar, og at partur av útreiðslunum hevði ríkmaðurin, Karsten Ree, rindað fyri teir.

Løgreglufólkini høvdu hitt ríkmannin í sambandi við arbeiði teirra.

Átalan móti Karsten Ree varð slept, men stutt eftir hittu teir Ree, teir gjørdust vinir, og síðani gekk leiðin til Afrika.

Løgreglumenninir góvu ríkmanninum ongar fyrimunir afturfyri gávurnar, leggur dómarin dent á í grundgevingini fyri dómin.

- Men tað er greitt egnað til at minka um álitið hjá fólki á almenna myndugleikan, sigur dómarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Mikudag 30. apríl
Morgunlestur mikudagur 30.apríl 2025
191013
Týsdag 29. apríl
Góðan morgun Føroyar
191190
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109