Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag nýggjan formann

Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag nýggjan formann
Jens Arni Leo Hammefoss varð á aðalfundi á Tvøroyri í dag valdur nýggjur formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag
Jens Arni Leo Hammerfoss, uttast til vinstru, saman við nevndini í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag
Mynd: Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag  
 
18.03.2018 - 18:44

Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevur fingið nýggjan formann. Signar P. Dam, sum hevur verið formaður í felagnum seinnu árini, stillaði ikki uppaftur. Nývaldur formaður er Jens Arni Leo Hammerfoss. Hann er eisini formaður í Humanistafelagum.

Aðalfundurin, sum var í Fylking á Tvøroyri seinnapartin í dag, var sera vælvitjaður. Stívliga 60 fólk vóru møtt.

Millum teirra var løgmaður, Aksel V. Johannesen, landsstýriskvinnan Rigmor Dam og løgtingskvinnan Kristianna Winther Poulsen. Og so var løgtingsmaðurin og býráðspolitikarin Bjarni Hammer eisini á fundinum. Kristin Michelsen møtti tó ikki. 

Fleiri høvdu roknað við ósemjum og stríði á fundinum, tí Bjarni Hammer og Kristin Michelsen hava drigið hvør sína línu í býráðnum á Tvøroyri, men hetta mál varð so at siga ikki umrøtt á fundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109