Lættari at viðgera diabetes

Lættari at viðgera diabetes
Nýggj gransking vísir, at sukursjúka kann býtast í ikki bara tveir men fimm bólkar.
 
18.03.2018 - 10:02

Ein nýggjur máti at bólka sukursjúku, eisini nevnt diabetes, kann vera við til, at tað í framtíðini verður lættari at viðgera fólki við sukursjúku.

Tí nú hava norðurlendskir granskarar funnið útav, at sukursjúka kann býtast í fimm bólkar. Áður hevur mann tosað um tvey sløg av sukursjúku: Týpa 1 og týpa 2.

Hetta veit heimasíðan hjá Danmarks Radio at siga.

Nýggja vitanin merkir, at tað kann blíva lættari at viðgera persónar, ið hava sukursjúku.

- Hetta er slóðbrótandi gransking og úrslit á hægsta altjóða stigi. Tað er eingin ivi um, at tey fólkini, sum hava diabetes, og læknarnir, ið lesa um hetta, fara at hugsa, um veruleikin ikki eitt sindur øðrvísi, enn mann higartil hevur hildið, sigur Niels Ejskjær, sum er kliniskur professari á Steno Diabetes Center Nordjylland á universitetessjúkrahúsinum í Aalborg.

Hann væntar, at við nýggju vitanini um sukursjúku ber til at forða fyri ávísum sjúkueyðkennum og skaðum, ið standast av sjúkuni:

- Kanningin vísir millum annað, at í einum av teimum fimm bólkunum er sjónin meira ávirkað, enn hon er í hinum fýra bólkunum. Og í einum øðrum bólki var vandin størri av at nýraskaðar, sigur Niels Ejskjær, professari.

Umfatandi kanningin um sukursjúku er gjørd á hægri lærustovnum í Svøríki og Finnlandi. Tilsamans 14.775 fólk við sukursjúku hava luttikið í kanningini.

Í Føroyum liva umleið 3500 fólk við sukursjúku.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948