Hoyvíkssátmálin verður endurskoðaður

Hoyvíkssátmálin verður endurskoðaður
Í morgin verður hol sett á tilgongdina at broyta Hoyvíkssáttmálan
 
18.03.2018 - 15:00

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hittir í morgin íslendska starvsbróður sín, Guðlaug Þór Þórðarson, uttanríkisráðharra.

Talan er um fyrsta stig í ætlaðari endurskoðan av Hoyvíkssáttmálanum, millum annað fyri at tryggja samljóð millum sáttmálan og løgtingslógina um fyrisiting av sjófeingi.

Endamálið við fundinum í morgin er at leggja fram føroyskt ynski um at gera broytingar í sáttmálanum og viðgera, hvussu tilgongdin at laga til Hoyvíkssáttmálan skal skipast.

- Búskaparliga grundarlagið í Íslandi og Føroyum er í stóran mun fiskivinna. Tað er tí natúrligt, at vit eru bæði samstarvsfelagar og kappingarneytar í senn. Viðhvørt stinga støður seg upp, har vit ikki er samd. Men sum næstu grannatjóðir hava vit sjálvandi nógv felags áhugamál, ið vit hava samstarvað væl um, sigur Poul Michelsen.

Avbjóðingar eru í viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland, bæði á handils- og fiskivinnuøkinum. Landsstýrismenninir Poul Michelsen og Høgni Hoydal kunnaðu fríggjamorgunin Løgtingsins uttanlandsnevnd um viðurskiftini millum londini og tær tilgongdir, sum ætlanin er at fara undir í næstum, bæði viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum og fyri at gera ein rammusáttmála um fiskiveiðisamstarvið millum Føroyar og Ísland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946