Ein stak friðarlig nátt

Ein stak friðarlig nátt
Tíggju nummarplátur blivu kliptar í nátt, og harafturat fáa tveir persónar bót fyri brot á politiviðtøkurnar
 
18.03.2018 - 09:29

Løgreglan sigur frá eini stak friðarligari nátt.

Tíggju nummarplátur eru kliptar. Hetta verður gjørt, tá løgreglan hevur fingið boð frá Akstovuni um, at eigarin av bilinum ikki hevur rindað trygging, vegskatt ella ikki verið til sýn.

Í nátt blivu eisini tvær bøtur skrivaðar fyri brot á politiviðtøkurnar.

Talan var í báðum førum um støður, har løgreglan kom í millum fólk, sum vóru um at fara til hendurs. Hetta var tó steðgað áðrenn, og tí er einki harðskapsmál skrivað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114