Kristina vil hava lønarhækkingar

Kristina vil hava lønarhækkingar
Kristina Háfoss biður løgtingið um eykajáttan til lønarhækkingarnar í sáttmálunum, sum landið hevur gjørt við fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum
 
12.03.2018 - 09:14

Lønarhækkingin í ár samanborið við fíggjarlógina í fjør, har lagt varð upp fyri við lønarhækkingum í tríggjar ársfjórðingar, kostar slakar 70 milliónir krónur. 

Men lønarhækkingin samanborið við alt fíggjarárið í fjør, tá lønarhækking í fjórða ársfjórðingi eisini er íroknað, er góðar 56 milliónir kr.

Yvirskipaði lønarkarmurin hjá landinum næstu tvey árini er 2,3 prosent fyrra árið og 2,5 prosent seinna árið.

Higartil hevur Fíggjarmálaráðið gjørt nýggjan lønarsáttmála við Starvsmannafelagið, Sjúkrarøktarfrøðingafelagið, Pedagogfelagið og Lærarafelagið. 

Nýggju sáttmálarnir eru galdandi frá 1. oktober í fjør.

Sáttmálin við Sjúkrarøktarfrøðingafelagið kostaði meira enn tað, sum er sett av til lønarvøkstur hjá landinum. Tí verður skotið upp at hækka lønarjáttanina til heilsuverkið nakað meira enn á øðrum rakstrarstøðum.

Lønarkarmurin skal haldast, og tað merkir, at størri útreiðslur á einum rakstrarstaði bera í sær, at onnur rakstrarstøð fáa minni, sigur Kristina Háfoss í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109