Kavakríggj sum ítróttagrein í OL

Kavakríggj sum ítróttagrein í OL
Nýggj ítróttargrein er nú í uppskotið at verða við í vetrarolympisku leikunum. Japan skjýtur upp at Kavakríggi skal verða nýggj ítróttargrein.
Soleiðis sær byrjanaruppstillingin út, tá farið verður undir at spæla kavakríggj
Mynd: Giants  
 
01.03.2018 - 11:00

Í Japan eitur kavakríggj "Yukigassen", og Japan hevur ítróttarsamband fyri kavakríggj, ið eitur Japan Yukigassen Federation - JYF.

Síðani 1993 hevur JYF skipað fyri árligum meistaraskapi, og nógvir áskoðarar eru til kappingarnar.

Yukigassen er, at tvey lið kasta so nógv kavabløk, sum til ber eftir hvørjum øðrum í tríggjar minuttir. Liðið, sum kastar flest, ella klárar at taka flaggið hjá hinum liðnum, hevur vunnið.

Tað er tó ivasamt, um kavakríggj verður góðtikið sum ítróttargrein.

Fyrst skal JYF sannføra altjóða olympisku nevndina, IOC, um, at menn í í minsta lagi 75 londum í 4 heimspørtum, og kvinnur í í minsta lagi 40 londum í 3 heimspørtum íðka yukigassin ella kavakríggj.

Hvør veit. Kanska fær ÍSF skjótt fyrispurning um kavakríggj sum ítróttagrein. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109