Bárður spyr um haldføri

Bárður spyr um haldføri
Sambandstingmaðurin spyr um samgongan kann vátta ella avsanna, um hon hevur bundið seg til at økja um rakstrarútreiðslurnar
 
01.03.2018 - 14:32

Bárður Nielsen í Sambandsflokkinum spyr Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um hon kann vátta ella avsanna, at landsstýrissamgongan í hesum valskeiðnum hevur bundið seg til at økja rakstrarútreiðslurnar við meira enn 800 milliónum krónum.

Hann spyr eisini, um landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ætlar at fylgja tilmælinum frá formonnunum í váðaráðnum og Búskaparráðnum, sum hava mælt til at minka almennu peninganýtsluna.

Bárður Nielsen sigur í viðmerkingunum til spurningin, at bæði Búskaparráðið og nú eisini forkvinnan í váðaráðnum, sum er stjóri í endurstovnaða Landsbankanum, vísa á, at tað almenna brúkar ov nógvar pengar, nú viðrák er í búskapinum, og pribvata nýtslan er sera stór.

Tey hava mælt til, at tað almenna heldur aftur, til tað privata aftur tekur ferðina av, so tað almenna tá er ført fyri at seta virksemi í gongd.

Vit hava havt búskaparligt viðrák seinastu fimm arini, og vit hava sjáldan sæð so stóran búskaparvøkstur fleiri ár á rað sum hesaferð.

Hóast privati íløguhugurin er ovurhonds stórur, fara almennu útreiðslurnar spolandi uppeftir, sigur Bárður Nielsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109