Fýra kommunulæknar við Skálafjørðin

Fýra kommunulæknar við Skálafjørðin
Ein kommunulækni verður nú afturat í Skálafjarða læknadømi.
 
23.02.2018 - 09:06

Skálafjarðar læknadømi fær nú ein kommunulækna afturat. Frá at tríggir kommunulæknar hava virkað í økinum, verða teir nú fýra, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni,

Borgarstjórarnir við Skálafjørðin og Heilsu og innlendismálaráðið eru komin ásamt um hesa raðfesting, samstundis sum Løgtingið hevur játtað neyðuga peningin.

Kommunurnar í økinum eru samdar um, at nýta verandi viðtaluhøli, í Runavík og á Strondum. Tað hevur ligið í kortunum, at umstøðurnar skulu broytast soleiðis, at rúm verður fyri fýra viðtalum í Heilsumiðstøðini í Runavík, táið koyrandi er ígjøgnum undirstjóvartunnilin. Hetta er framvegis ætlanin. Greitt er kortini ikki hvussu hetta skal skipast fíggjarliga, sigur kommunan á heimasíðuni.

Frá mánadegnum 12. mars 2018 verða allar 4 læknaviðtalurnar mannaðar, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948