Vilja steðga tuberklum í Kanada

Vilja steðga tuberklum í Kanada
Títtleikin av tuberkulosu ímillum upprunafólkið, inuittarnar, er 270 ferðir hægri enn fyri onnur fólk í Kanada.
 
27.01.2018 - 10:06

Stjórnin í Kanada og umboð fyri upprunafólkið í landinum, fara um tveir mánaðir at áseta ein dag, tá tuberklar ikki longur skulu finnast í landinum.

Tað sigur ráðharrin fyri upprunafólkið, Jane Philpott.

Hon vísir á, at títtleikin av tuberkulosu ímillum upprunafólkið, inuittarnar, er 270 ferðir hægri enn fyri onnur fólk í Kanada.

Tí hava myndugleikarnir sett sær fyri at tuberklarnir skulu steðgast, og tann fráboðanin kemur 24. mars, sum altjóða tuberkladagur.

Í fjør doyði ein 15 ára gomul genta av tuberklum. Hon var sjúk eina tíð, men ikki fyrr enn dagin fyri at hon doyði, varð staðfest, at talan var um tuberklar.

Tí kann gongdin ikki halda fram, og neyðug stig verða tikin, fyri at basa tuberklunum, sigur Jane Philpott, ráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948