Nýbrot innan krabbameinsgransking

Nýbrot innan krabbameinsgransking
Læknar kunnu skjótt finna krabbamein nógv fyrr, enn higartil hevur verið vanligt. Svarið liggur í DNA í blóðinum.
sciencemag.org
 
19.01.2018 - 14:38

Vísindafólk hava tikið eitt stórt fet innan krabbameinsgransking, skrivar BBC.

Eitt granskingarlið í Johns Hopkins University í USA hevur royndarkoyrt eina mannagongd, sum kann fáa eyga á átta vanlig sløg av krabba nógv fyrr enn higartil hevur verið vanligt.

"At finna krabbamein tíðliga er altavgerandi, og tí kann hetta fara at minnka um deyðatíttleikan millum krabbameinssjúklingar" sigur Cristian Tomasetti á Johns Hopkins University við BBC.

Mannagongdin var royndarkoyrd við 1,005 sjúklingum, sum høvdu krabbamein í eggrót, livur, maga, briskertli, vælindi, kolon, lunga og brósti, sum ikki enn hevði spjatt seg til aðrar partar av kroppinum.

Tilsamans fann nýggja mannagongdin 70 prosent av krabbameinssjúkunum bara við at hyggja at DNA í blóðinum.

Krabbameinssvullur letur smá spor av muteraðum DNA út í blóði, og nýggja krabbameinsroyndin kann fáa eyga á hesi spor.

DNA frá krabbameinskyknum er øðrvísi enn vanligt DNA, og við hesum ber til at finna krabbasjúkuna fyrr, sigur bretski krabbameinsgranskarin Richard Marais við BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948