Spyr um sendistova er politiskt niðurraðfest

Spyr um sendistova er politiskt niðurraðfest
Nú vil Edmund Joensen, løgtingsmaður, hava at vita, hví so lítil dentur er lagdur á føroysku sendistovuna í Keypmannahavn
Sendistovan er á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.
 
05.01.2018 - 13:02

Edmund Joensen vísir á, at leingi hevur eingin fastur sendimaður verið í Keypmannahavn. Hann er bara á sendistovuni av og á.

Edmund Joensen spyr tí Poul Michelsen, landsstýrismann, um talan er um miðvísa politiska strategi at niðurprioritera sendistovuna í Keypmannahavn.

Edmund Joensen sigur, at Føroyar hava síðani 1997 havt sendistovusamstarv við Ísland og Grønland á Norðuratlantisku bryggjuni í Keypmannahavn. 

Harafturat búgva 20.000 føroyingar í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463