Bill spyr Kristinu um verkfallspengar

Bill spyr Kristinu um verkfallspengar
Hvørja heimild hevur Fíggjarmálaráðið at rinda løn til fólk, sum antin eru í verkfalli ella rakt av verkbanni? Tað vil Bill Justinussen vita.
 
05.01.2018 - 10:16

Løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin setir landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, eina røð av spurningum, sum allir taka støði í avgerðini at rinda limum í pedagogfelagnum løn, hóast tey ikki eru til arbeiðis.

Bill Justinussen spyr millum annað, hvussu nógv tað almenna hevur rinda limum í Pedagogfelagnum í løn, síðani verfallið og verkbannið gjørdist veruleiki. Hann vil hava at vita, hví Fíggjarmálaráðið velir hendan leistin, og hvør heimild er fyri tí.

Bill Justinussen vísir vísir í spurninginum til leiðreglurnar hjá Fíggjarmálaráðnum um, at løn má ikki útgjaldast undir verkfalli. 

- Hví og nær hevur siðvenjan at gjalda út løn fingið størri týdning og tyngd enn leiðreglurnar hjá Fíggjarmálaráðnum, spyr Bill Justinussen millum annað.

Í viðmerkingunum vísir Bill Justinussen á, at Fíggjarmálaráðið á henda hátt í veruleikanum fíggjar kostnaðin av teimum tiltøkum hjá Føroya Pedagogfelag, sum eru vend móti Fíggjarmálaráðnum sjálvum, sum arbeiðsgevara. 

Tingmaðurin vísir á, at slíkar lønargjaldingar kunnu leingja verkfallið óneyðugt.

Talan er um ein grein-52 fyrispurning, og landsstýriskvinnan hevur 10 yrkadagar at svara.


Í gjár boðaði Føroya Arbeiðsgevarafelag frá, at á privata arbeiðsmarknaðinum er tað ókent og óhugsandi, at løn verður goldin undir arbeiðssteðgi.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tá arbeiðssteðgur er, slitna sambandið og bindingarnar millum arbeiðsgevara og løntakara, og arbeiðsgevari skal tí ikki rinda løn, og løntakari hevur ikki rætt at krevja løn.

Verður løn rindað, er í veruleikanum talan um, at arbeiðsgevarin fíggjar stríðið hjá fakfelagnum móti sær sjálvum.

- Tí hevði verið púra óhugsandi, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði loyvt limum sínum at rinda fólki løn, meðan arbeiðssteðgur er, sigur felagið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109